Landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum hevur politisku ábyrgdina av teimum málsøkjum, sum hoyra til orku-, umhvørvis-, náttúru- og lendisøkið. Hetta fevnir millum annað um orkupolitikk, elveiting, veðurlag, náttúru- og umhvørvisvernd, byggi- og býarskipanarmál, matrikulering, tinglýsing, kort- og sjókortøkið, adressur, fólkayvirlit og navnamál.
Umhvørvisstovan er stovnurin á orku- og umhvørvisøkinum. Stovnurin umsitur og røkir eina breiða røð av uppgávum innan eitt nú orku, veðurlag, náttúru- og umhvørvisvernd, matrikul, tinglýsing, kort og sjókort, adressur, skógrøkt og fólkayvirlit.
Landsstýriskvinnan setur yvirskipaðu politisku málini og hevur eftirlit við, at økið verður umsitið í samsvari við galdandi lóg. Hon virkar fyri, at orku- og umhvørvisøkið verður ment á burðardyggum grundarlagi við atliti at náttúru, umhvørvi, borgarum og samfelagnum sum heild.