Etiska ráðið

Etiska ráðið hevur níggju limir, sum verða settir fyri fýra ár í senn. Ráðið varð seinast sett 1. oktober 2026. 

Landsstýrisfólkið í heilsumálum setur ráðið og tilnevnir forfólk og ein lim. Hinir sjey limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli: ein eftir tilmæli frá landsstýrisfólkinum í almannamálum, ein frá Kommunufelagnum, ein frá landsstýrisfólkinum í vinnumálum, ein frá landsstýrisfólkinum í kirkjumálum og tríggir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, sum hava umboð á Løgtingi. 

Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betri førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. 

Ráðið er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum. 

Etiska ráðið eigur í sínum virki at leggja dent á virðing fyri tign og friðhalgi menniskjans, virðing fyri komandi ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru og umhvørvi. 

Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum, og tekur, av egnum ávum, til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hava ávirkan á menniskju. Ráðið kann eisini taka aðrar etiskar spurningar til viðgerðar, sum knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum, umframt etiskar spurningar um lívfrøðiliga og medisinska gransking viðvíkjandi menniskjum. 

Ráðið ráðgevur Løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum og skal harumframt upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til almenna umrøðu.  

Les meira í løgtingslógini um Etiskt ráð.

Etiska ráðið
J.H. Schrøters gøta 7
FO - 100 Tórshavn
(+298) 219484
er@er.fo
www.etiskaradid.fo

Limir í Etiska ráðnum

Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, forkvinna

Vár Honnudóttir, cand.scient.san.publ. og phd-lesandi á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum

Arni Zachariassen, cand.theol. og rúsviðgeri á Blákrossheiminum

Súsanna Skaale, løggildur sálarfrøðingur

Sissal Jørgensen, sersálarfrøðingur innan barna- og ungdómspsykiatri

Regin Berg, master í politikki/altjóða politikki og master í lóg. Leiðslufulltrúi í Almannaverkinum

Jógvan Páll Fjallsbak, verkfrøðingur, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Hanus á Gørðum, sjúkrahús- og varðhaldsprestur

Jóngerð Guttesen, master of public governance og dagligur leiðari í Roðanum