Vísindasiðseminevndin

Vísindasiðseminevndin (VSN) er tann føroyska økisnevndin hjá National Videnskabsetisk Komité (NVK).  

VSN er sett við heimild í  “Lov om et videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter sum varð sett í gildi við kongligari fyriskipan í 2013, seinast broytt 29. juni 2021. 

Uppgávan hjá VSN er at meta um og geva loyvi til at seta heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir í verk í Føroyum.

VSN hevur regluligan fund eina ferð um mánaðin - vanliga síðsta hósdag í mánaðinum.

Umsóknir og fyrispurningar skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 15. í mánaðinum. Fráboðanarskjøl á føroyskum og enskum, umframt broytingarskjøl, eru niðanfyri.

Fyri at VSN skal viðgera umsóknirnar, er umráðandi, at umsóknirnar eru fullfíggjaðar, sí vegleiðing her: 

Tjeklister og dokumenter til anmeldelse af andre sundhedsvidenskabelige forsøg | De Videnskabsetiske Komitéer (videnskabsetik.dk)

Vísindasiðseminevndin varð seinast vald í apríl 2023.

Send fráboðan um granskingarverkætlan

Fráboðan til Vísindasiðseminevndina á føroyskum

Fráboðan til Vísindasiðseminevndina á enskum

Fráboðan til Vísindasiðseminevndina av ískoytisverkætlan/amendment/broyting

 

 

 

Vísindasiðsemisnevndin
Varðagøta 9
FO-100 Tórshavn

(+298) 734011

vsn@vsn.fo

Telefontíð:

Yrkadagar kl. 9 - 12

Judith F. Thomsen, Fakligur skrivari

Limir í nevndini

Marner Fríðheim Kristiansen, lækni, ph.d. og høvuðsútbúgvingarlækni í arbeiðsmedicin - formaður

Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, leiðari á Nánd - næstforkvinna

Eina Hansen Eliasen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, ph.d., námslektari 

Hilmar Augustinussen, limur í Sjúklingaráðnum og varalimur í Alzheimerfelagnum undir MEGD 

Marjun A. Lómaklett, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi og integratiónsprestur  

Sólja í Ólavstovu, løgfrøðingur, við drúgvum royndum úr føroysku og grønlendsku umsitingini 

Torkil á Steig, yvirlækni, serlækni í nefrologi 

Varalimir

Anna Borg Dahl, løgfrøðingur 

Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum, fyrrverandi formaður í Krabbameinsfelagnum 

Niclas Eysturoy, yvirlækni, ph.d., serlækni í ortopedi 

Tórunn Højgaard Ósá, sjúkrarøktarfrøðingur, námslektari í sjúkrarøktarfrøði og ph.d.