Starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund til Sjúkrahúsverkið verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt.
Umframt at vera varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum virkar tú eisini sum læknafakligur ráðgevi fyri stjórnarráðið.
Varastjórin við læknafakligari bakgrund er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum, og mannar saman við sjúkrahússtjórunum og hinum varastjórunum leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum
at luttaka í strategisku ráðleggingini saman við sjúkrahúsleiðsluni,
at hava ábyrgd fyri yvirskipaða læknafakliga rakstrinum og menningartilgongdini í Sjúkrahúsverkinum,
at hava samábyrgd fyri at seta í verk yvirskipað mál, strategiir og ætlanir annars,
at hava samábyrgd og vera virkisfúsur at halda fíggjarætlanir og at seta neyðug tiltøk í verk í hesum sambandi,
at seta í verk samstarv millum sjúkrahúsini, við primeru heilsutænasturnar, almannaverk og útbúgvingarstovnar,
at luttaka í arbeiðinum at gera avtalur við útlendsk sjúkrahús og konsulentar.
Førleikar
Útbúgving og autorisatión sum serlækni.
Útbúgving og/ella royndir innan leiðslu og fyrisiting.
Innlit í og skil fyri fíggjarstýring.
Innlit í sjúkrahúsvirksemi og heilsuøkið sum heild.
Kreativ/ur og fræls/ur í mun til vanahugsan, verða før/ur fyri og tora at raðfesta uppgávur.
Umsøkjarar, sum ikki hava kunnleika til Føroyar, skulu hava vilja at taka neyðug málskeið, sum verða viðkomandi fyri setanina.
Góð samstarvs- og samskiftisevni.
Lønar- og setanartreytir
Starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelag Føroya og lønt sum “lægelig direktør” á lønarstigi 53 umframt viðbøtur.
Setanarmyndugleikin er Heilsu- og orkumálaráðið. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og orkumálaráðið og stovnar undir ráðnum. Nærmasti leiðari er forstjórin fyri Sjúkrahúsverkið.
Tann, ið settur verður, skal tola møguligar broytingar í starvinum.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í Heilsu- og orkumálaráðnum, teldupost bjorgfrid@homr.fo, tlf. +298 304050 ella til Per Busk, forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið, teldupost per@ls.fo, tlf. + 298 304500, lokal 1001.
Umsóknarfreistin er 28. september 2026.
Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum og CV skal sendast til homr@homr.fo ella til:
Heilsu- og orkumálaráðið
Kopargøta 1
FO-100 Tórshavn
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Samanlagt eru 169 sengur, umleið 1.200 ársverk og ein árligur rakstur á umleið 1,2 mia. kr. Í Sjúkrahúsverkinum eru árliga umleið 12.000 innleggingar, 130.000 ambulantar viðgerðir, 5.000 skurðviðgerðir umframt 1.900 sjúklingar í viðgerð uttanlands. Sjúkrahúsverkið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og starvast konsulentar innan ymiskar sergreinar eisini regluliga í Sjúkrahúsverkinum. Upplýsingar um sjúkrahúsverkið síggjast á – www.sjukrahus.fo.