Løgfrøðingur til Heilsu- og orkumálaráðið

Vilt tú sleppa at arbeiða við fjølbroyttum løgfrøðiligum uppgávum og málum, sum hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið?

Heilsu- og orkumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi at byrja skjótast gjørligt í føstum starvi á Orku- og umhvørvisdeildini.

Tínar arbeiðsuppgávur

Á Orku- og umhvørvisdeildini fært tú eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum m.a. fevnir um

  •  at ráðgeva landsstýrisfólkinum og leiðsluni,

  • at viðgera og avgreiða mál innan málsøkini hjá deildini,

  • at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir,

  • at viðgera kærur,

  • at luttaka í og leiða verkætlanir og arbeiðsbólkar og

  • at umboða Heilsu- og orkumálaráðið í viðskiftum við myndugleikar og áhugapartar.

Um teg

Tú hevur embætisprógv í lóg ella samsvarandi, og hug og áræði at arbeiða við fjølbroyttum løgfrøðiligum og fyrisitingarligum málum.

Vit vænta, at tú:

  •  hevur áhuga og innlit í samfelagsviðurskifti,

  • er skjót/ur at seta seg inn í nýggj fakøki,

  • hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga,

  • hevur góð samstarvsevni,

  • hevur góð greiningarevni,

  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og er væl skipað/ur,

  • hevur politiskt tev,

  • er tænastuhugað/ur, fleksibul og miðvís/ur,

  • hevur royndir at arbeiða við skipaðum tilgongdum.

Umsøkjarar skulu eisini hava evni at hugsa strategiskt og samskifta á ymiskum stigum.

Vit bjóða

Vit bjóða tær eitt fjølbroytt starv í einum spennandi politiskum og fakliga stimbrandi umhvørvi, har tú sleppur at brúka og menna tínar løgfrøðiligu førleikar og fært lut í týdningarmiklari samfelagsmenning. Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.

Løn og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra. Roknast kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Nærri kunning um starvið

Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, á tel. 558090 ella umvegis teldupost til hilmarh@homr.fo at fáa nærri upplýsingar.

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu sendast við telduposti til homr@homr.fo ella til:

Heilsu- og orkumálaráðið

Kopargøta 1

100 Tórshavn

Umsóknir skulu vera Heilsu- og orkumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 1. november 2026.

Tú kanst lesa meira um málsøkið, sum Heilsu- og orkumálaráðið umsitur, á www.homr.fo

Heilsu- og orkumálaráðið umsitur:

Orku- og umhvørvisdeildin: byggimál, elveitingarmál, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, náttúrumál, navnamál, orkumál, skógarmál, tinglýsing, umhvørvismál, útskifting og veðurlagsmál.

Heilsudeildin: apoteksverkið, eldramál, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, sjúkrahúsverkið, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, tilbúgving á heilsuøkinum og tubbaksmál.