Heilsu- og orkumálaráðið søkir eftir einum dugnaligum og framskygdum stjóra at standa á odda fyri føroyska sjúkrahúsverkinum. Starvið fevnir bæði um ábyrgdina sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sum sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið.

Um Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Samanlagt eru 169 sengur, umleið 1.200 ársverk og ein árligur rakstur á umleið 1,2 mia. kr. Í Sjúkrahúsverkinum eru árliga umleið 12.000 innleggingar, 130.000 ambulantar viðgerðir, 5.000 skurðviðgerðir umframt 1.900 sjúklingar í viðgerð uttanlands.

Sjúkrahúsverkið hevur ein týðandi leiklut í føroyska heilsuverkinum og samstarvar við sjúkrahús uttanlands og við konsulentar innan ymiskar sergreinar, sum regluliga arbeiða í Sjúkrahúsverkinum. Samstundis stendur heilsuverkið yvir fyri vaksandi krøvum, tøkniligari menning, tørvi á fakligari sergreining og avmarkaðum tilfeingi.

Sum forstjóri hevur tú evstu leiðsluábyrgdina av samlaða sjúkrahúsverkinum og skal virka fyri at tryggja eina greiða strategiska kós, fakliga menning og burðardyggan rakstur. Tú skal saman við leiðslutoyminum menna eitt sterkt og samanhangandi sjúkrahúsverk, har uppgávur, førleikar og tilfeingi verða gagnnýtt á skilagóðan hátt.

Les meira um Sjúkrahúsverkið á sjukrahus.fo.

Starvið

Starvið fevnir um bæði yvirskipaða og dagliga leiðslu. Sum forstjóri ert tú sambindingarlið millum Sjúkrahúsverkið og Heilsu- og orkumálaráðið og hevur ábyrgd av strategiskari menning, fíggjarstýring og starvsfólkapolitikki. Tú hevur ábyrgd av at menna øll trý sjúkrahúsini – við hvør sínum profili.

Sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum hevur tú beinleiðis ábyrgd av virkseminum, herundir tryggja dygd, sjúklingatrygd, framdrift og væl skipað arbeiðsviðurskifti.

Dentur verður lagdur á:

  • at styrkja fakliga góðsku og samanhang í viðgerðartilboðum
  • at menna greiðar raðfestingar og haldføra fíggjarstýring
  • at tryggja rekruttering og menning av heilsustarvsfólkum
  • at menna og styrkja samstarv, bæði innanlands og uttanlands
  • at leiða broytingar og tillagingar í einum øki í støðugari menning
  • at tryggja samanhangandi sjúklingagongdir

Um teg

Tú hevur kandidatútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta. Tú hevur hollar leiðsluroyndir, og eina greiða heildarfatan av, hvussu ein almennur stovnur verður stýrdur og mentur.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í virksemið og stýring á heilsuøkinum, herundir fíggjarstýring og heilsubúskap. Tú kennir treytirnar í politiskari fyrisiting og dugir at virka trygt og skilagott í almennum og politiskum umhvørvi, har ymisk atlit og áhugamál skulu javnvigast.

Sum stjóri ert tú savnandi og álitisvekjandi. Tú dugir at taka greiðar og væl grundaðar avgerðir, seta eina felags strategiska kós og tryggja framdrift og úrslit – eisini tá treytirnar eru torgreiddar ella broytingar eru fyri framman. Tú hevur mennandi leiðsluhátt og dugir at menna bæði leiðarar og starvsfólk.

Tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, góðar samskiftis- og semjuførleikar og dugir at umboða stovnin á ein virðiligan, greiðan og sannførandi hátt. Eisini hevur tú evni at seta í verk fyriskipanir og tryggja, at ætlanir verða førdar út í lívið.

Setanarviðurskifti

Starvið er áramálssett í 5 ár við møguleika fyri leingjan í upp til 3 ár.

Starvið er  lønt sambært 39. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins umframt áramálsviðbót. Eftirlønargjaldið er 15% av grundløn og áramálsviðbót.

Setanarøkið er Heilsu- og orkumálaráðið og stovnar undir tí. Forstjórin vísir til aðalstjóran í Heilsu- og orkumálaráðnum. Stjórin skal tola broytingar í starvsinnihaldinum.

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Heilsu- og orkumálaráðið á homr@homr.fo í seinasta lagi tann 21. mai 2026. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, á telefon 734002.