Eyðdis Hartmann Niclasen (Sambandsflokkurin) er landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Eyðdis Hartmann Niclasen er ættað av Tvøroyri, fødd tann 1. august 1972 í Qeqertarsuaq í Grønlandi. Hon býr í Miðvági, er gift Marneri Hansen, og tey eiga tveir synir, Heri og Thór.
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur útbúgving innan ferðavinnu og akademiútbúgving í leiðslu. Hon hevur arbeitt innan reiðarí- og ferðavinnuna í umleið 30 ár og hevur í 22 ár starvast sum stjórnarskrivari fyri leiðslu og nevnd, bæði hjá DFDS A/S og Smyril Line P/F.
Hon hevur eisini politiskar royndir sum borgarstjóri í Vága kommunu frá 2017 til 2020. Eftir valið í 2019 hevur hon sitið á Løgtingið, sum varalimur, í fleiri umførum.
Eyðdis Hartmann Niclasen varð fyrstu ferð vald á ting á løgtingsvalinum í 2022.
Við sínum breiðu royndum innan leiðslu, fyriskipan og politikk hevur hon arbeitt fyri at menna Føroyar, bæði vinnuliga og samfelagsliga, við støði í møguleikunum í ríkisfelagsskapinum.
Eyðdis Hartmann Niclasen tók við sum landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum tann 13. apríl 2026.