Kunning um dátuvernd hjá Heilsu- og orkumálaráðnum 

Her kanst tú kunna teg um, hvussu Heilsu- og orkumálaráðið viðger, hevur um hendi og verjir tínar persónsupplýsingar. 

Heilsu- og orkumálaráðið viðger eina røð av persónsupplýsingum í sambandi við tær uppgávur, ið ráðið røkir. Heilsu- og orkumálaráðið viðger m.a. persónsupplýsingar: 

Í sambandi við málsviðgerð, tá ráðið veitir landsstýrisfólkinum ráðgeving og evnar til lógaruppskot og kunngerðir 

Sum kærumyndugleiki í starvsfólkamálum hjá undirliggjandi stovnum. 

Um starvsumsøkjarar í setanarmálum. 

Viðgerðin fevnir um vanligar persónsupplýsingar, t.d. navn, bústað, teldupost, telefonnummar, og viðkvæmar persónsupplýsingar, t.d. heilsuupplýsingar.  

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav). 

Fyri at verja tínar persónsupplýsingar hevur Heilsu- og orkumálaráðið sett ymiskar fyriskipanir og tiltøk í verk. Sum dømi kann nevnast, at mál við viðkvomum persónsupplýsingum verða skrásett sum trúnaðarmál í skjalhaldsskipanini, har atgongdin er avmarkað til tey starvsfólk, ið viðgera málini, og har tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum. 

Heilsu- og orkumálaráðið víðarisendir í ávísum føri tínar persónsupplýsingar til onnur, eitt nú aðrar myndugleikar ella borgarar. Eitt dømi er í starvsfólkamálum, har neyðugt er, í samsvari við fyrisitingarlógina, at hoyra allar viðkomandi partar fyri at lýsa málið til fulnar.  

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Heilsu- og orkumálaráðið savnar persónsupplýsingar um teg, tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Heilsu- og orkumálaráðið viðger um teg, og í ávísum førum hevur tú rætt til at krevja, at Heilsu- og orkumálaráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg. 

Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við, hvussu Heilsu- og orkumálaráðið viðger tínar persónsupplýsingar. 

Heilsu- og orkumálaráðið er dátuábyrgdari. Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Heilsu- og orkumálaráðnum, kanst tú senda ein teldupost til: dpo@tinganes.fo.