Uppskot um pantskipan fyri íløt til ummælis
Endamálið við kunngerðini er at skipa eina virkisføra pantskipan, har pant verður lagt á tey íløt, sum eru fevnd av skipanini, og har pantið kann verða goldið aftur, tá ið íløtini verða latin inn aftur. Kunngerðin ásetur nærri reglur um, hvørji íløt og hvørjar drykkjuvørur skipanin fevnir um, hvør umsitur skipanina, skráseting av framleiðarum, innflytarum, sølustøðum og íløtum, móttøkuskyldu, rindan og avrokning av panti, rakstrargjald og afturbering av panti og rakstrargjaldi.
Pantumsitarin (IRF) hevur sambært løgtingslógini heimild at áseta reglugerð um handfaring av íløtum, men reglugerðin skal góðkennast av landsstýrisfólkinum. Av tí at reglugerðin og kunngerðin hanga neyvt saman, verður reglugerðin send til ummælis saman við kunngerðini. Reglugerðin ásetur nærri praktiskar og tøkniligar reglur um handfaring av íløtum, herundir nýtslu av pantposum, krøv til fløskuautomatir, innsavnan, avrokning og krøv til góðkendar móttøkur og felags móttøkur.
Samanskrivaða løgtingslógin um pantskipan fyri íløt við seinni broytingum er eisini viðfest sum tilvísingarkarmur. Hetta kemst av, at høvuðslógin og seinni broytingar ikki verða samanskrivaðar á logir.fo, fyrr enn lógin kemur í gildi. Áðrenn lógin kemur í gildi, kann tað tí vera torført at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir lógargrundarlagið á logir.fo, og hetta kann føra til misskiljingar.
Ætlanin er, at løgtingslógin, kunngerðin og reglugerðin koma í gildi 1. september 2026.
Uppskot Til Kunngerð Um Pantskipan Fyri Íløt 190626
Reglugerð Fyri Handfaring Av Íløtum 2026 06 10
Løgtingslóg Um Pantskipan Fyri Íløt Sum Seinast Broytt Við Løgtingslóg Nr. 40 Frá 21. Mai 2026