Uppskot til løgtingslóg um lendisumsiting
Við hesum verður uppskot til nýggja løgtingslóg um lendisumsiting sent til ummælis. Uppskotið er ein nýskipan av føroysku lóggávuni um lendisumsiting og savnar reglur um lendisnýtslu, bygging, náttúru- og landslagsfyrilit og planlegging í eina samanhangandi skipan.
Við uppskotinum verða løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir, løgtingslóg um náttúrufriðing og løgtingslóg um viðarlundir settar úr gildi. Harumframt verða ávísar ásetingar í løgtingslóg um landsvegir fluttar inn í nýggju lendisumsitingarlógina.
Kommunurnar verða framvegis høvuðsmyndugleiki í vanligari lendisumsiting. Samstundis fáa landsmyndugleikar heimild at gera landslendisskipanir fyri øki, sum skulu nýtast til landsendamál, eitt nú landsvegakervi, landshavnir, orku- og veitingarkervi, sjúkrahús og flogvallir.
Sum nakað nýtt verða umhvørvislýsing og viðkvæmisflokking partur av grundarlagnum undir lendisskipanini. Alt lendi skal flokkast sum ikki viðkvæmt, viðkvæmt ella serliga viðkvæmt. Í viðkvomum og serliga viðkvomum økjum kann loyvi til ítøkilig lendisinntriv, bygging og broytta nýtslu ikki gevast, fyrr enn kravd undankanning ella árinsmeting er gjørd.
Eisini verður ein talgild Lendisskrá partur av nýggju skipanini. Uppskot til lendisskipanir og økisskipanir skulu leggjast alment fram í Lendisskránni, og galdandi skipanir skulu vera tøkar har.
Saman við lógaruppskotinum hevur Heilsu- og orkumálaráðið gjørt ein kunningarbókling, sum í stuttum greiðir frá nýggju skipanini og teimum mest grundleggjandi broytingunum.
Uppskot Til Løgtingslóg Um Lendisskipan
Bóklingur