Smidligari samtykkisreglur í kommunalu heilsu- og tannrøktini

Heiti
Bekendtgørelse for Færøerne om samtykke til behandling af børn og unge ved den kommunale tandpleje og sundhedsplejerske
Frágreiðing

Uppskotið ásetur reglur um samtykki til ávísar viðgerðir av børnum og ungum hjá kommunalu heilsurøktini og barnatannrøktini. Kunngerðin gevur í ávísum førum møguleika fyri at fremja minni víðfevndar kanningar og viðgerðir við einum almennum samtykki frá foreldramyndugleikanum ella uttan serstakt samtykki hvørja ferð.

Endamálið er at lætta um umsitingarligu byrðuna hjá kommununum og gagnnýta viðgerðartíðina betur, samstundis sum foreldrini fáa neyðuga kunning um viðgerðirnar og úrslitini av teimum. Kunngerðin er ætlað at koma í gildi 1. desember 2026.

Ummælisfreist
08.10.2026
Ráð
Heilsu- og orkumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Bekendtgørelse
Dagfesting
10.09.2026
Samband
homr@homr.fo
Málsviðgjørt
Andreas Sjóvará
Tak niður
Tilrettet Færøske Forhold Udkast Til Bekendtgørelse For Færøerne Om Samtykke Til Behandling Af Børn Og Unge Ved Den Kommunal 12360019