Ovara aldursmarkið í sambandi við kynsligan ágang verður stikað og vikutalið í sambandi við fosturtøku verður strikað
Kunngerðin hevur heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015.
Almanna- og bústaðarmálaráðið hevur, sum partur av átaki í heildarætlan fyri kynsligan ágang frá 2016, veitt sálarfrøðiligt viðgerðartilboð til vaksin fólk, sum stríðast við seinárin, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi í barnaárunum. Í heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-2028 varð mett, at hetta tilboðið ikki skal vera partur av verandi tilboðum. Í staðin hevur Almanna- og bústaðarmálaráðið heitt á Heilsu- og orkumálaráðið um at víðka bólkin, ið hevur rætt til ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð frá Heilsutrygd. Hetta merkir, at aldursmarkið á 25 ár fyri at fáa ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð vegna kynsligan ágang í barnaárunum verður strikað.
Fyri borgaran vil tað siga, at borgarin skal fara til kommunulækna at fáa eina ávísing, áðrenn hann fer til sálarfrøðing. Frameftir verður skipanin ikki ókeypis, men skal borgarin rinda 60 % í egingjaldi, meðan Heilsutrygd rindar ískoyti á 40 %.
Ein onnur broyting í uppskotinum til kunngerð er, at orðingin í § 1, nr. 8, ið ásetur at kvinnur kunnu hava rætt til ískoyti til sálarfrøði, um tær hava fingið framt fosturtøku eftir 12. viku, verður broytt, soleiðis at allar kvinnur, ið hava fingið framt fosturtøku kunnu fáa ískoyti til sálarfrøði – eisini um fosturtøkan er farin fram áðrenn ella í viku 12.
Uppskot Til Broyting Í Kunngerð Um Ískoyti Til Sálarfrøðiliga Viðgerð Hjá Privatstarvandi Sálarfrøðingi