Myndugleikauppgávurnar hjá landsapotekaranum verða fluttar til Apoteksverkið og Heilsustýrið
Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið, løgtingslóg um heilivág, løgtingslóg um almenna heilsutrygd og løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð (At leggja myndugleikauppgávurnar hjá landsapotekaranum til Apoteksverkið og Heilsustýrið, og at strika krav um farmaseutiska útbúgving)Frágreiðing
Endamálið við uppskotinum er:
- At avtaka Landsapotekarasembætið og leggja myndugleikauppgávur landsapotekarans til Apoteksverkið og Heilsustýrið.
- At kravið um farmaseutiskt kandidatprógv ikki verður ført víðari til stjóran fyri Apoteksverkið.
Uppskotið varð fyrstu ferð sent til ummælis í februar í ár. Lógaruppskotið er broytt síðan tá, og verður tí sent aftur til ummælis nú.
Ummælisfreist
27.08.2026Ráð
Heilsu- og orkumálaráðiðØki
HeilsuøkiðSlag
LøgtingslógDagfesting
06.08.2026Samband
homr@homr.foMálsviðgjørt
Andreas SjóvaráTak niður
Lógaruppskot Avtaka Landsapotekaraembætið
Javntekstur Taka Av Landsapotekaraembætið