Innkrevjing, ábyrgd og málsviðgerð verður flutt til TAKS at umsita
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (flyta innkrevjing, ábyrgd og málsviðgerð av heilsutrygdargjaldi til TAKS at umsita)Frágreiðing
Endamálið við lógaruppskotinum er at flyta innkrevjing, ábyrgd og málsviðgerð av heilsutrygdargjaldinum til TAKS at umsita. Við hesi broyting fara vald og gjald at fylgjast, umframt at tað verður greiðari fyri borgaran, sum frameftir hevur ein almennan stovn at venda sær til, heldur enn tveir ymiskar, sum tað er við verandi skipan.
Lógaruppskotið var sent til hoyringar í farnu tingsetu og síðani lagt fyri Løgtingið. Av tí, at val varð útskrivað, fall lógaruppskotið burtur.
Ætlanin er at leggja lógaruppskotið fyri Løgtingið aftur í heyst.
Ummælisfreist
27.07.2026Ráð
Heilsu- og orkumálaráðiðØki
HeilsuøkiðSlag
LøgtingslógDagfesting
29.06.2026Samband
homr@homr.foMálsviðgjørt
Birita LudvíksdóttirTak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Almenna Heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)
Fylgiskjal 1 Javntekstur