Heimild at taka umsitingargjald at fyriskipa heimferð/sjúkraflutning fyri útlendingar
Í 2025 varð kunngerðin um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð broytt, soleiðis at ymisku gjøldini í kunngerðini vóru hækkað og ásett varð at gjøldini framyvir skuldu prístalsviðgerast. Kunngerðin hevur tó onga áseting um umsitingargjald í sambandi við, at útlendskir sjúklingar hava tørv á sjúkraflutningi aftur til heimlandið.
Tað er ymiskt, hvør eigur kostnaðin av at flyta sjúklingar, sum ikki eru búsitandi í Føroyum, aftur til heimlandið, eftir at hann hevur fingið sjúkuviðgerð á einum føroyskum sjúkrahúsi. Er talan t.d. um sjúkling, sum ikki kemur undir Nordisk Konventión, so er tað antin Den offentlige rejsesygesikring (Danmark og Grønland) ella ein onnur privat trygging hjá sjúklinginum, sum skal gjalda heimferðina.
Hevur sjúklingurin ikki eina privata trygging, so eigur hann sjálvur at gjalda.
Tað kemur javnan fyri, at tryggingin ikki fær heintað sjúklingin so skjótt, sum støðan hjá sjúklinginum krevur tað. T.e. tá lækni metir, at sjúklingurin hevur tørv á skjótari viðgerð, sum vit ikki kunnu veita í Føroyum.
Eisini kemur javnan fyri, at sjúklingar liggja á føroyskum sjúkrahúsi liðugt viðgjørdir og bíða eftir, at ein trygging skal heinta sjúklingin. Um sjúklingurin er førur fyri tí, so verður hann av og á útskrivaður til eitt hotell v.m. til hann verður heintaður, men tað er ikki ókent, at sjúklingurin liggur og upptekur seingjarpláss á sjúkrahúsinum, meðan bíða verður eftir tryggingini.
Tí hevur Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum av og á bjóðað seg fram til at fyriskipa heimferðina hjá útlendskum sjúklingi, hetta fyri at tað skal ganga skjótari. Seinastu vikurnar hevur Sjúkrahúsverkið meira enn einaferð fyriskipað flutning/yvirflyting til sjúkrahús í Danmark, tí støðan hjá sjúklinginum var soleiðis, at hann, sambært læknaligari meting, ikki kundi bíða eftir, at SOS International kundi koma eftir sjúklinginum.
Hetta arbeiði tekur bæði tíð og arbeiðsorku frá Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrahúsverkið hevur tískil tørv á, at fáa heimild at taka umsitingargjald fyri, at fyriskipa heimferðir/flutning fyri útlendingar vegna útlendsk tryggingarfeløg. Umsitingargjaldið verður ásett til kr. 21.000.
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Sjúkrahúsviðgerð (Áseta Umsitingargjald Fyri Samskipa..