Andes hantavirus verður lagt afturat listanum
Heiti
Uppskot til kunngerð um alment vandamiklar sjúkurFrágreiðing
Í uppskotinum verður listin yvir alment vandamiklar sjúkur dagførdur. Hetta fyri at tryggja, at sjúka við Andes hantavirus eisini verður fevnd av ásetingunum í farsóttarlógini.
Í Danmark hevur Sundhedsstyrelsen sett Andes hantavirus á lista A um alment vandamiklar sjúkur, sbr. Bekendtgørelse nr. 451 af 8.5.2026 om alment farlige sygdomme.
Av tí, at tað hastar at seta hjáløgdu kunngerð í gildi, verða tit biðin um at senda Heilsu- og orkumálaráðnum møguligt hoyringarsvar innan 27. mai 2026.
Um tit hava spurningar til hjálagda uppskot, eru tit vælkomin at venda tykkum til Heilsu- og orkumálaráðið.
Ummælisfreist
27.05.2026Ráð
Heilsu- og orkumálaráðiðØki
HeilsuøkiðSlag
KunngerðDagfesting
20.05.2026Samband
homr@homr.foMálsviðgjørt
Birita LudvíksdóttirTak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Alment Vandamiklar Sjúkur Til Hoyringar