Heilsu- og orkumálaráðið søkir eftir varastjóra við læknafakligari bakgrund til Sjúkrahúsverkið at byrja skjótast gjørligt.
Varastjórin við læknafakligari bakgrund er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum og er partur av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum saman við sjúkrahússtjórunum og hinum varastjórunum. Varastjórin við læknafakligari bakgrund virkar eisini sum læknafakligur ráðgevi hjá Heilsu- og orkumálaráðnum.
Talan er um eitt týðandi leiðslustarv við ábyrgd fyri yvirskipaða læknafakliga rakstrinum og menningini av Sjúkrahúsverkinum. Varastjórin við læknafakligari bakgrund skal millum annað taka lut í strategisku ráðleggingini, vera við til at seta mál og ætlanir í verk og styrkja samstarvið millum sjúkrahúsini, primeru heilsutænasturnar, Almannaverkið og útbúgvingarstovnar.
Søkt verður eftir einum serlækna við leiðsluførleikum, innliti í sjúkrahúsvirksemi og heilsuøkið sum heild og góðum samstarvs- og samskiftisevnum.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Í Sjúkrahúsverkinum eru umleið 1.200 ársverk, og árligi raksturin er umleið 1,2 milliardir krónur.
Umsóknarfreistin er 28. september 2026.
Les meira um starvið og sí alla starvslýsingina her.