Heilsu- og orkumálaráðið lýsir nú starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum leyst av nýggjum.
Starvið varð lýst leyst við umsóknarfreist 28. september 2026. Heilsu- og orkumálaráðið metir, at umsóknargrundarlagið ikki er nóg breitt til at halda fram við setanartilgongdini.
Nýggja umsóknarfreistin er fríggjadagin 30. oktober 2026 kl. 12:00.
Starvslýsingin er at finna her.
Varastjórin við læknafakligari bakgrund hevur ovastu læknafakligu ábyrgdina í føroyska sjúkrahúsverkinum og er partur av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum saman við sjúkrahússtjórunum og hinum varastjórunum. Varastjórin er eisini læknafakligur ráðgevi hjá Heilsu- og orkumálaráðnum.
Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Í Sjúkrahúsverkinum eru umleið 1.200 ársverk, og árligi raksturin er umleið 1,2 mia. kr.