Í dag hava Almannaverkið, Psykiatriski Depilin, Blákrossheimið, Viðgerðarstovnurin Frælsi og Danmarks Fængsler på Færøerne undirskrivað samstarvsavtalu um nýggja tilhaldsstaðið til ung við samansettum og umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnis trupulleikum.
Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum, Margit Stórá, og landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, vóru við til undirskrivingina.
Samstarvsavtalan ásetur karmarnar fyri samstarvið og leiklutin hjá ymsu pørtunum.
Tilhaldsstaðið verður skipað undir Almannaverkinum, men Psykiatriski Depilin, rúsviðgerðarstovnarnir og Danmarks Fængsler på Færøerne verða knýtt at staðnum við hvør sínum leikluti. Endamálið er, at ung kunnu fáa hjálp og stuðul á einum tryggum og lætt atkomiligum staði, og at skapa brúgv til bústað, heilsutænastur, viðgerð og onnur sosial tilboð.
Sum partur av avtaluni verður eisini ein samstarvsnevnd sett við umboðum frá øllum pørtunum. Nevndin skal saman við leiðaranum virka fyri, at tvørfakliga og tvørgeiraliga samstarvið riggar, og hava ein ráðgevandi leiklut í mun til innihaldið og kósina í Tilhaldsstaðnum.
Fyrireikingarnar til Tilhaldsstaðið eru í gongd, og miðað verður eftir, at staðið letur upp seinni í ár. Leigusáttmáli er gjørdur við Norska Frelsunarherin um bygningin hjá teimum í Niels Winthers gøtu í Havn, sum skal hýsa Tilhaldsstaðnum. Arbeitt verður nú víðari við teimum praktisku fyrireikingunum og við at seta og førleikamenna starvsfólk.
RÓWT verður samantvinnað við nýggja Tilhaldsstaðið, soleiðis at verandi royndir og arbeiðshættir verða tikin við inn í nýggja tilboðið. Tilhaldsstaðið skal bæði kunna veita tak yvir høvdið í styttri tíð, dagligt virksemi, samrøður og stuðul og virka út frá staðnum við uppleitandi arbeiði.
Tilhaldsstaðið er samstundis ein liður í einari størri heild. Álitið um endurskoðan av RÓWT leggur dent á, at ymisku tilboðini til málbólkin skulu spæla saman og byggja á hvørt annað. Næsta stigið er eftir ætlan at greina, hvussu rúsviðgerðin til málbólkin kann styrkjast og skipast.
Á myndini eru: Hjørdis Mortensen og Andrea Petursdóttir vegna Almannaverkið, Anna D. Háberg vegna Bláa Kross, Elken Klettheyggj vegna Danmarks Fængsler på Færøerne, Margit Stórá landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, Eyðdis Hartmann landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, Eydna I. Lindenskov vegna Psykiatriska Depilin og Erling Fles vegna Viðgerðarstovnin Frælsi.