Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, helt í dag setanarrøðu á altjóða ráðstevnuni Cold Seas, Critical Gaps í Havn.
Í røðuni setti landsstýriskvinnan sjóneykuna á, hvussu stórar frástøður, avbjóðandi veður og avmarkað infrakervi ávirka neyðtilbúgving í Norðuratlantshavi. Á hvørjum ári vitja nógv ferðafólkaskip í Føroyum. Ein álvarslig hending kann tí skjótt seta stór krøv til bæði heilsuverkið og lokalsamfeløgini.
Landsstýriskvinnan vísti eisini á týdningin av samstarvi millum lond, myndugleikar og lokalsamfeløg – og á, at hennara drúgvu royndir innan skipa- og ferðavinnu hava givið henni innlit í týdningin av samskifti og samstarvi millum skip og land.
Les alla røðuna her.