Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum hevur avgjørt, at ein felags heilsumiðstøð fyri Suðuroynna verður staðsett á Tvøroyri. Eftir ætlan stendur heilsumiðstøðin klár í 2029.
Heilsumiðstøðin fer at skapa betri og meira støðugar karmar um heilsutænasturnar í Suðuroynni og eitt sterkari fakligt umhvørvi fyri kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk.
Kommunulæknar og læknar undir útbúgving hava í longri tíð víst á, at tey ynskja eina nýggja felags læknamiðstøð fyri alla oynna, soleiðis at læknarnir kunnu arbeiða undir sama taki. Samstundis hevur Heilsutrygd víst á, at skipanin við tveimum staðsetingum ger tað truplari at fáa kommunulæknar í føst størv í Suðuroynni.
"Vit skulu tryggja, at suðuroyingar hava góða og støðuga kommunulæknatænastu. Tað krevur, at vit eisini skapa góðar fakligar og arbeiðsligar umstøður fyri læknarnar. Málið er ikki bara at byggja ein bygning, men at skapa eitt sterkt heilsufakligt umhvørvi, sum kann tryggja heilsutænastur í Suðuroynni langt inn í framtíðina,” sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Ein heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna
Tað er breið semja millum kommunustýri, læknar, onnur heilsustarvsfólk og flestu luttakarar á verkstovum um, at rættast er at hava eina felags heilsumiðstøð fyri Suðuroynna.
Tað hevur ikki eydnast kommunum at koma við einum felags tilmæli um, hvar heilsumiðstøðin skal staðsetast. Meðan kommunurnar í norðaru helvt hava mælt til at byggja nýggja heilsumiðstøð á Tvøroyri, hava kommunurnar í sunnaru helvt mælt til at útbyggja og nútímansgera verandi heilsumiðstøð í Vági. Báðar loysnir hava fyrimunir og vansar.
Valda staðsetingin hevur tann fyrimun, at bæði Suðuroyar Sjúkrahús og Suðuroyar Apotek eru á Tvøroyri. Nærleikin til sjúkrahúsið gevur møguleika fyri fakligum samstarvi og synergi. Eins og tey, ið fara í heilsumiðstøðina kunnu heinta heilivág á apotekinum um somu leið.
Ætlanin er at byggja ein nýggjan bygning, sum verður innrættaður til endamálið og kann tillagast framtíðar heilsutænastum og møguligari útbygging.
“Eg havi fulla virðing fyri, at tað eru ymisk sjónarmið um staðsetingina. Báðar loysnir hava fyrimunir, men at enda er neyðugt at taka ta avgerð, ið er best fyri suðuroyingar og skapar bestu fortreytirnar fyri, at vit eisini frameftir kunnu fáa kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk at arbeiða og støðast í Suðuroynni,” sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Heilsutænasturnar halda fram, meðan bygt verður
Verandi heilsutænastur halda fram sum áður, meðan nýggja heilsumiðstøðin verður fyrireikað og bygd.