28.09.2026 · Heilsu- og orkumálaráðið

Norðurlond styrkja altjóða samstarvið um veðurlag og umhvørvi

Norðurlond styrkja altjóða samstarvið um veðurlag og umhvørvi

Norðurlendsku veðurlags- og umhvørvisráðharrarnir samtyktu í dag eina felags yvirlýsing um at styrkja altjóða samstarvið á veðurlags- og umhvørvisøkinum. Yvirlýsingin staðfestir eisini ynskið hjá Norðurlondum um at deila norðurlendskar loysnir við umheimin.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, luttók í morgun á talgildum fundi í Nordisk Ministerråd fyri veðurlag og umhvørvi, MR-MK. 

Norðurlond vísa, at ein miðvísur politikkur á veðurlags- og umhvørvisøkinum kann ganga hond í hond við kappingarføri, nýskapan, vælferð og tryggari orkuveiting. Tí hava vit eisini eina ábyrgd av at luttaka virkið í altjóða samstarvi, taka undir við felags málum og stuðla arbeiðinum at røkka teimum.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 

Í yvirlýsingini binda londini seg millum annað til at deila royndir, vitan og tøkni við onnur lond, so tey kunnu seta altjóða veðurlags- og umhvørvisavtalur í verk. Yvirlýsingin leggur dent á, at avtalur skulu umsetast til ítøkilig tiltøk, og vísir millum annað á arbeiðið undir lívmargfeldissáttmálanum og veðurlagssáttmálanum hjá ST, BBNJ-avtaluna um lívmargfeldi á altjóða havøki og altjóða plasttilgongdina. 

Á fundinum vóru eisini norðurlendskar raðfestingar til COP17 og COP31, arbeiðið hjá IOC við heimshøvunum og formansskapurin hjá Kongaríkinum í Arktiska ráðnum á skránni. 

Yvirlýsingin er ein framhaldandi staðfesting av norðurlendska samstarvinum um at verja náttúru og hav, steðga dálking og stuðla einum sterkum altjóða samstarvi. 

Les tíðindaskrivið hjá Nordisk Ministerråd her.