Medisinsku seingjadeildirnar B7 og B8 eru í dag fluttar á fyrstu hædd í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Við flytingini eru allar medisinsku seingjadeildirnar nú savnaðar á H1.
Á nýggju deildini eru einastovur og nýggjar isolatiónsstovur, har sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk fáa góðar og nútímans umstøður.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, fegnaðist um flytingina og bar starvsfólkunum eina hjartaliga tøkk fyri stóra arbeiðið, sum tey hava lagt í at fyrireika og fremja flytingina.
Les røðuna hjá landsstýriskvinnuni her.