Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, var í gjár og vitjaði SEV, har hon hitti bæði leiðslu og nevnd. Hon fekk m.a. kunning um og høvi at síggja nýggja framkomna kontrollrúmið hjá SEV. SEV kunnaði eisini um útbyggingarnar við battarískipanum og um tilgongdina at menna nýggju tímaprísskipanina, sum vónandi verður sett í verk um ársskiftið ella fyrst í komandi ári.
Landsstýriskvinnan greiddi frá ætlanunum hjá samgonguni um at fáa ferð á grøna orkuskiftið. Hetta skal m.a. fremjast við at dagføra orku- og veðurlagspolitikkin og endurskoða vindorkuútbyggingarætlanina.