Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, setti Veðurlagsdagin 2026, sum verður hildin í Kongshøll fyrradagin.
Í røðu síni legði landsstýriskvinnan dent á, at veðurlagsbroytingar ikki longur eru eitt fjart fyribrigdi, men nakað, sum longu sæst og merkist í Føroyum. Serliga vísti hon á hækkandi sjóvarmála sum eina av teimum størstu avbjóðingunum, har mátingar vísa, at vatnstøðan er hækkað umleið 10 cm seinastu 30 árini, og kann hækka upp í 68 cm afturat fram móti ár 2100.
Hon undirstrikaði, at hóast ábendingar eru um eina meira jaliga gongd í útlátinum, eru stór átøk framvegis neyðug fyri at røkka veðurlagsmálunum.
Veðurlagsdagurin, sum nú verður hildin triðja árið á rað, savnar fakfólk og stovnar at deila vitan um veðurlagsbroytingar í Føroyum. Í ár er høvuðsevnið “ávirkan” av veðurlagsbroytingum, við serligum denti á, hvussu føroyska samfelagið kann tillaga seg til broyttar umstøður.
Landsstýriskvinnan legði dent á týdningin av samstarvi og vitanardeling, og vísti á, at breið undirtøka í samfelagnum er avgerandi fyri at eydnast við grøna orkuskiftinum.
Les alla røðuna her: Veðurlagsdagurin 2026