02.06.2026 · Heilsu- og orkumálaráðið

Landsstýriskvinnan á vitjan í Suðuroynni

Landsstýriskvinnan á vitjan í Suðuroynni
1 / 7

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, hevur verið á vitjan í Suðuroynni, har hon hevur vitjað stovnar undir Heilsu- og orkumálaráðnum og havt fundir við kommunalar myndugleikar.

Vitjanin byrjaði á Suðuroyar sjúkrahúsi, har landsstýriskvinnan varð víst runt og fekk høvi at heilsa upp á starvsfólk og hoyra nærri um virksemið á sjúkrahúsinum. 

Síðani gekk leiðin til Suðuroyar apotek á Tvøroyri, sum fyribils húsast í gamla posthúsinum, meðan umvælingar verða gjørdar á verandi bygning hjá apotekinum.

Á Tvøroyri hevði landsstýriskvinnan eisini fund við borgarstjórar og býráðslimir úr Tvøroyrar kommunu,  Hvalbiar kommunu  og Fámjins kommunu. Á fundinum varð millum annað tosað um hølisviðurskifti til heilsutænastur í nærumhvørvinum.

Seinnapartin var landsstýriskvinnan á Hamragarði í Vági, har hon hevði fund við stýrið og stjóran fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni.  Á fundinum legði Rúni Rasmussen, verkætlanarleiðari, fram strategi fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy, ið lýsir hvussu eldraøkið skal mennast fram ímóti 2035. Eisini varð tosa um arbeiði, tænastur og avbjóðingar á eldraøkinum í Suðuroynni.

Vitjanin endaði við fundi í Vágs kommunu saman við borgarstjórunum úr Vágs kommunu, Hovs kommunu, Porkeris kommunu og Sumbiar kommunu. Har varð tosað um heilsumiðstøðir og eldraøkið.

Landsstýriskvinnan er sera glað fyri ein áhugaverdan og læruríkan dag í Suðuroy.

Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.

 

Mynd 1-2: Vitjan á Suðuroyar sjúkrahúsi

Mynd 3-4: Vitjan á apotekinum á Tvøroyri

Mynd 5: Uttan fyri Hamragarð í Vági at hava fund við stýrið fyri Suðuroyar Bú- og heimatænastu

Mynd 6: Á fundi við borgarstjórar og býráðslimir úr Tvøroyrar kommunu, Hvalbiar kommunu og Fámjins kommunu 

Mynd 7: Á fundi við borgarstjórar úr Vágs kommunu, Porkeris kommunu,  Hovs kommunu  og Sumbiar kommunu.