Í gjár, 1. september, flutti Føðideildin á Landssjúkrahúsinum úr gamla Alexandrines Hospitali og inn í nýggju og nútímans hølini í H-bygninginum.
Í hesum sambandi varð skipað fyri móttøku, har Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, helt røðu.
– Í dag lata vit ikki bara dyrnar upp til eina nýggja deild. Vit lata dyrnar upp til betri karmar um eina av teimum allarstørstu hendingunum í lívinum: tá eitt barn kemur í verðina, og ein nýggj familja verður til, segði landsstýriskvinnan.
Landsstýriskvinnan fegnaðist um ljósu, fjálgu og væl útgjørdu hølini og takkaði starvsfólkunum fyri stóra arbeiðið í sambandi við flytingina.
Les alla røðuna her.