04.09.2018 · Heilsu- og orkumálaráðið

Fimm umsóknir til starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund

Umsóknarfreistin til starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya er nú farin.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur fingið fimm umsóknir. Umsøkjarar eru úr bæði Føroyum og uttanlands og eru teir allir menn.

Heilsu- og innlendismálaráðið fer í næstum undir setanartilgondina.