02.07.2026 · Heilsu- og orkumálaráðið

Farsóttarnevndin skipað av nýggjum

Farsóttarnevndin skipað av nýggjum

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, hevur endurvalt tey trý umboðini, sum landsstýrið sambært farsóttarlógini velur í Farsóttarnevndina.

Endurvald eru Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsu- og orkumálaráðnum, Gunnvá Guttesen, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.

Umframt teir tríggjar landsstýrisvaldu limirnar eru fastir limir í nevndini Michael Boolsen, fúti, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Noomi Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum, Birna Mørkøre, landsdjóralækni, Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, og Bárður Enni, stjóri í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Á fyrsta fundinum eftir endurvalið skipaði nevndin seg við Noomi Gregersen, stjóra í Heilsustýrinum, sum forkvinnu. Eftir at farsóttarmálsøkið varð yvirtikið, er tað Heilsustýrið, sum umsitur farsóttarøkið.

Landsstýriskvinnan takkar samstundis Michael Boolsen, fúta og fyrrverandi formanni í Farsóttarnevndini, fyri ta stóru orku og leiðslu, sum hann hevur lagt í arbeiðið hjá nevndini undir koronufarsóttini.

Farsóttarnevndin ráðgevur og vegleiðir myndugleikunum um handfaringina av alment vandamiklum og samfelagskritiskum sjúkum. Limirnir í Farsóttarnevndini umboðað týðandi partar av føroysku tilbúgvingini, og hava øll týdningarmiklar leiklutir í arbeiðinum við at fyribyrgja og handfara farsóttir.

 Les meira um Farsóttarnevndina her.