21.09.2026 · Heilsu- og orkumálaráðið

Fakdagur um demens í Norðurlandahúsinum

Fakdagur um demens í Norðurlandahúsinum

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, setti fakdagin hjá Alzheimerfelagnum í Norðurlandahúsinum. Fakdagurin varð hildin í sambandi við, at Alzheimerfelagið í ár hevur 25 ár á baki.

Í røðuni vísti landsstýriskvinnan á týdningin av at fáa meira vitan um demens og at skapa góðar og samanhangandi tænastur fyri fólk, sum liva við demensi, og avvarðandi teirra.

Hon nevndi eisini týdningin av eini greiðari útgreiningartilgongd, samskipan millum viðkomandi partar og tryggleikanum, sum ein fastur kontaktpersónur kann geva familjum.

Skulu vit menna demensøkið, krevur tað samstarv millum land, kommunur, heilsuverk, fakfólk, felagsskapir, fólk við demensi og avvarðandi. Vit skulu byggja á fakliga vitan, føroyska gransking og tær royndir, sum longu eru gjørdar kring landið.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

Les røðuna hjá landsstýriskvinnuni her.