22.04.2026 · Heilsu- og orkumálaráðið

Eyðdis Hartmann Niclasen setti ráðstevnu um virkna deyðshjálp

Eyðdis Hartmann Niclasen setti ráðstevnu um virkna deyðshjálp

Í morgun setti landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, ráðstevnu í Løkshøll um virkna deyðshjálp. Ráðstevnan er fyriskipað í felag av Etiska ráðnum, Sjúkrarøktaretiska ráðnum og Siðfrøðinevndini hjá Føroyskum Sálarfrøðingum, og hevur til endamáls at varpa ljós á tey mongu og torføru viðurskiftini, sum knýta seg at evninum.

Í røðu síni legði landsstýriskvinnan dent á, at talan er um eitt av teimum mest álvarsomu málunum, sum eitt samfelag kann viðgera. Hon vísti á, at spurningurin um virkna deyðshjálp ikki er einfaldur, og at bæði persónligar royndir og støður kunnu broyta sjónarmið, tá veruleikin rakar.

Landsstýriskvinnan vísti á galdandi lógargrundarlag, har virkin deyðshjálp er ólóglig, meðan ásetingar eru um lívsleingjandi og linnandi viðgerð, umframt møguleikan fyri viðgerðartestamenti.

Hon tók ikki støðu fyri ella ímóti virknaðari deyðshjálp, men legði dent á týdningin av einum opnum og virðiligum kjaki, har ymisk sjónarmið fáa rúm.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast niðanfyri.


Røðan í fullum líki

Góðu fyriskiparar og góðu tit øll,
Takk fyri innbjóðingina at seta hesa týdningarmiklu ráðstevnu um virkna deyðshjálp.
Evnið, vit í dag savnast um, er eitt av teimum mest álvarsomu og torføru, sum eitt samfelag kann taka støðu til.
Tað snýr seg um lív og deyða, um virði, um menniskjaliga virðing og um tey val, sum kunnu gerast veruleiki í teimum mest sárbæru løtunum í lívinum.
Eg haldi at tað er umráðandi at siga, at hetta ikki er ein einfaldur spurningur. Tað er ikki ein spurningur, har ein støða altíð er føst.
Tá vit tosa um virkna deyðshjálp, tosa vit eisini um støður, sum menniskju kunnu koma í, har sjónarmið og kenslur broytast, tá lívið broytist.
Tað, sum kann tykjast greitt í teori, kann gerast nógv meira samansett og torført, tá tað verður veruleiki hjá einum sjálvum – ella hjá teimum, ein elskar.
Lógargrundarlagið hjá okkum er greitt. Virkin deyðshjálp er ikki loyvd. Tað merkir, at ein beinleiðis gerð, sum hevur til endamáls at enda lívið hjá einum sjúklingi, er ikki loyvd.
Kortini eru greiðar reglur, sum geva heilsustarvsfólki møguleika, í ávísum støðum - at lata vera við at seta í verk - ella halda fram við - lívsleingjandi viðgerð.
Men eisini at geva linnandi viðgerð, sjálvt um viðgerðin kann hava við sær, at lívið verður stytt. Tað, sum í mannamunni ofta verður nevnt sum passiv ella óvirkin deyðshjálp.
Harumframt er skipan við viðgerðartestamenti, har borgarar frammanundan kunnu gera vart við síni ynski um viðgerð, um tey koma í eina støðu, har tey ikki sjálvi eru før fyri at taka støðu.
Heilsustýrið hevur gjørt eitt oyðiblað og vegleiðing um viðgerðartestamenti.
Í viðgerðartestamentinum kunnu fólk taka støðu til, at tey ikki ynskja lívsleingjandi viðgerð ella uppafturliving, um tey koma í ta støðu, at tey liggja fyri deyðanum, ella har eingin tekin eru um, at tey koma fyri seg aftur.
Hesir upplýsingar verða skrásettir í sjúklingaskránni hjá teimum, sum hava gjørt eitt tílíkt viðgerðartestamenti.
Eg skal ikki taka støðu til spurningin um virkna deyðshjálp her í dag. Men eg kann siga, at eg sjálv havi verið nær við slíkar støður.
Og eg kenni, hvussu torført og sárt tað er. Tað ger eisini, at eg havi djúpa virðing fyri teimum ymisku sjónarmiðunum, sum eru í hesum kjaki.
Fyri avvarðandi er hetta ein serliga tung byrða. At standa við síðuna av einum menniskja, sum líður, og samstundis skula taka støðu til spurningar, sum eingin ynskir at taka støðu til – tað er ein roynd, sum setur djúp spor.
Júst tí er tað so týdningarmikið, at evnið verður tikið upp á ráðstevnu sum hesari. At vit skapa eitt rúm fyri upplýstum, virðiligum og opnum kjaki, har vit tora at lurta, læra og skilja hvønn annan betur.
Eg vil við hesum takka tykkum øllum í Etiska ráðnum, Sjúkrarøktar-etiska ráðnum og Siðfrøðinevndini hjá Føroyskum Sálarfrøðingum fyri, at tit hava tikið stig til hesa ráðstevnu.
Hetta er eitt týdningarmikið og neyðugt íkast til samfelagskjakið.
Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum eina góða og gevandi ráðstevnu, og eg gleði meg at hoyra meira um hetta evnið, og sjónarmiðini hjá tykkum.
Takk fyri.