24.10.2026 · Heilsu- og orkumálaráðið

Eyðdis Hartmann Niclasen: Grøna orkuskiftið skal geva meining fyri alt samfelagið

Eyðdis Hartmann Niclasen: Grøna orkuskiftið skal geva meining fyri alt samfelagið
1 / 2

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, setti fríggjadagin ráðstevnuna Varandi heimur 2026 – Grøn orka loysir seg í Norðurlandahúsinum.

Í setanarrøðuni legði landsstýriskvinnan dent á, at grøna orkuskiftið er ein av størstu samfelagsbroytingunum, sum Føroyar standa mitt í, og at næstu stigini krevja bæði politiskt dirvi, stórar íløgur og breitt samstarv millum almenna og privata geiran.

„Ofta verður sagt, at grøna orkuskiftið er steðgað upp. Eg haldi heldur, at vit eru komin til eitt vegamót. Flestu skjótt syftu seiðirnir eru fiskaðir. Nú má farast undir tungu tøkini,“ segði landsstýriskvinnan.

Hon vísti á, at orkuskiftið ikki bara snýr seg um umhvørvispolitikk, men eisini um trygdarpolitikk og vinnupolitikk og um at gera Føroyar meira sjálvbjargnar á orkuøkinum. Samstundis skal orkuskiftið geva meining í gerandisdegnum hjá føroysku familjuni.

Samgongan hevur sett sær fyri at seta ferð á grøna orkuskiftið og dagføra orku- og veðurlagspolitikkin. Millum uppgávurnar eru at økja framleiðsluna úr varandi orkukeldum, fáa betri samanhang millum útbygging av elframleiðsluni og elnetinum og arbeiða fyri greiðari loyvisgongdum og gjøgnumskygni í elprísum. Landsstýriskvinnan undirstrikaði, at hesar uppgávurnar eru tætt bundnar at hvørjari aðrari og mugu flytast fram samstundis.

Eisini skal orkuskiftið vera sosialt haldført. Húski við lágum inntøkum skulu kunna vera við, og grønar loysnir skulu ikki bara vera eitt tilboð til tey vælbjargaðu.

Ráðstevnan heldur fram í dag, leygardagin 24. oktober, tá sjóneykan verður vend móti húsarhaldunum og teimum ítøkiligu valunum, sum fólk standa fyri. Millum evnini eru hitaskipanir, sólorka, fígging, elbilar, løðiloysnir og skiftandi elprísir.

Les alla setanarrøðuna hjá Eyðdis Hartmann Niclasen her.