Eyðdis Hartmann Niclasen á WHO-fundi: Altjóða samstarv kann styrkja føroyska heilsuverkið
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur í døgunum 27.–29. oktober luttikið á 76. ársfundinum hjá økisnevndini fyri Evropa í heimsheilsustovninum WHO í Keypmannahavn. Á fundinum hittast heilsumálaráðharrar og umboð úr teimum 53 limalondunum í økinum saman við umboðum fyri felagsskapir og borgarasamfelagið.
Á skránni vóru fleiri av teimum stóru heilsuspurningunum, sum lond í Evropa standa fyri. Millum evnini vóru heilsugóð og virkin eldraár, nýtsla av vitlíki á heilsuøkinum, fyribyrging av ikki-smittandi sjúkum og sálarheilsa. Hetta eru samstundis øki, sum hava stóran týdning fyri Føroyar og arbeiðið at menna burðardyggar loysnir til framtíðar avbjóðingar á heilsuøkinum.
Styrkja samstarvið við grannalond
Í sambandi við ársfundin hitti Eyðdis Hartmann Niclasen danska heilsu- og kirkjumálaráðharran, Idu Auken. Landsstýriskvinnan bjóðaði henni til Føroya á vitjan, har høvi verður at fáa innlit í føroyska heilsuverkið og umrøða samstarvið millum Føroyar og Danmark á heilsuøkinum.
Landsstýriskvinnan hitti eisini íslendsku heilsumálaráðkvinnuna, Almu D. Möller, sum somuleiðis varð boðin til Føroya. Føroyar og Ísland hava fleiri felags avbjóðingar á heilsuøkinum, og tí er samstarvið millum londini serliga viðkomandi. Ísland stuðlar eisini ynskinum hjá Føroyum um at gerast atlimur í WHO-netverkinum fyri smá lond í Evropa, Small Countries Initiative.