16.11.2026 · Heilsu- og orkumálaráðið

Endurvenjingarøkið skal endurskoðast

Endurvenjingarøkið skal endurskoðast

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum er saman við avvarðandi myndugleikum farin undir at endurskoða endurvenjingarøkið. Málið er at tryggja borgarum neyðuga endurvenjing og eina samanhangandi tilgongd við greiðari ábyrgdarbýti millum Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunurnar. 

Tá ið sjúka ella skaði rakar, kann endurvenjing vera avgerandi fyri at endurvinna førleikar og fáa gerandisdagin at virka aftur. Hjálpin skal vera tøk í røttu tíð, og borgarin skal vita, hvar hann kann venda sær. Hetta er útgangsstøðið fyri arbeiðinum at endurskoða endurvenjingarøkið, sum landsstýrið hevur tikið undir við. 

Verkætlanin tekur støði í samgonguskjalinum, har ásett er, at skipast skal ein endurmenningar- og endurvenjingareind, sum tryggjar neyðuga viðgerð og samskipan, og har sjúklingurin hevur eitt stað at venda sær til. 

Tað hevur í longri tí verið eitt hjartamál hjá Sambandsflokkinum at skapa betri karmar fyri endurvenjingini her á landi. Tað er tí týdningarmikið fyri meg, at endurvenjingarøkið verður endurskoðað í hesum samgongutíðarskeiðnum. Eg eri sera fegin um, at hetta arbeiðið er sett í gongd.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna

Landsstýriskvinnan hevur sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við hesum málinum. Í bólkinum eru umboð frá Heilsu- og orkumálaránum, Almanna- og bústaðamálaráðnum, Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum, Kommunufelagnum, eldraøkjunum og Sjúklingaráðnum. Soleiðis verða bæði myndugleikar, tænastuveitarar og sjúklingaumboð tikin við í arbeiðið at menna endurvenjingina frameftir. 

Borgarar skulu ikki detta niðurímillum 

Nógv er gjørt fyri at menna endurvenjingarøkið seinastu árini. Tænastur eru styrktar, lóggávan er broytt, og fleiri tilmæli eru gjørd um betri samstarv. Kortini eru framvegis avbjóðingar, sum tørvur er á at loysa. 

Uppgávurnar liggja í dag hjá Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og kommununum, og ábyrgdar- og uppgávubýtið er ikki altíð nóg greitt. Hetta kann hava við sær, at borgarar detta niðurímillum og ikki fáa ta endurvenjing, sum teir eftir fakligari meting hava tørv á. Eisini eru tilboðini ymisk kring landið, og vantandi flutningsmøguleikar kunnu forða borgarum í at taka av einum tilboði. 

Endurskoðanin skal skapa betri samanhang í endurvenjingini, eisini tá ið borgarin verður útskrivaður av sjúkrahúsi og hevur tørv á framhaldandi hjálp frá Almannaverkinum ella kommunalu tænastunum. Samstundis skal arbeiðið lýsa, hvussu samstarvið kann skipast betur, so dupultarbeiði kann avmarkast og tilgongdin gerast einfaldari hjá borgaranum. 

Endurvenjingartilboðini á sjúkrahúsunum skulu mennast 

Ein partur av verkætlanini er at kanna, hvussu endurvenjingartilboðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi kunnu styrkjast, so sjúkrahúsini í størri mun kunnu virka sum endurvenjingardeplar.  

Tað er longu sett gongd á eina tvey ára royndarverkætlan um endur-, viðlíkahalds- og fyribyrgjandi venjing í Suðuroy. Endamálið er at royna eina nýggja og meira samanhangandi skipan, har venjingartænasturnar verða savnaðar undir einari leiðslu á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 

Nýggj endurvenjingarlóg skal fyrireikast 

Miðað verður ímóti, at eitt tilmæli um hvussu endurvenjingarøkið kann skipast frameftir verður handað landsstýriskvinnuni á vári 2027. Við støði í hesum, skal ein endurvenjingarlóg fyrireikast og leggjast fyri Løgtingið. Lógin skal tryggja borgarum rætt til neyðuga endurvenjing eftir fakligari meting, greiðari samskipan og javnbjóðis atgongd kring landið. 

Ein nýggj endurvenjingarlóg og betri samskipan skulu tryggja, at rætturin til endurvenjing eisini virkar í gerandisdegnum. Tað er ein íløga í sjálvbjargni og lívsgóðsku hjá tí einstaka og í eitt samfelag, har øll fáa møguleika at liva eitt virkið lív.