Orka og elveiting
Yvirskipaða málið við orku- og elveitingarpolitikkinum er at tryggja bíliga, trygga og burðardygga orku. Orkupolitikkurin snýr seg tískil einamest um at minka um oljunýtsluna og at gagnnýta náttúrugivna orkutilfeingið á besta hátt við fyriliti fyri búskapi, veitingartrygd, náttúru og umhvørvi.
Orkuøkið er fjøltáttað og mest áhugaverda økið komandi tíðina, verða helst stóru útbyggingarnar, sum skulu gerast á eløkinum, fyri at røkka orku- og veðurlagspolitisku málunum. Útbyggingar skulu bæði gerast í framleiðslueindir og flutningsnet og skipanarberandi eindir og tænastur, hvørs høvuðsendamál er at gagnnýta og styrkja støðuga elveiting, har elframleiðslan úr varandi orkukeldum, fyrst og fremst verður gagnnýtt.
Løgtingið samtykti mál Føroya at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30 prosentum í tíðarskeiðinum 2022-2032 í mai 2022, saman við einari tíðarfestari virkisætlan við 23 av 25 átøkum úr Orku- og Veðurlagspolitikkinum, sum fylgdi við uppskotinum. Átøkini um avgjald á olju og bensin og eitt reint CO2-gjald vóru politiskt parkerað í 2-3 ár, orsaka av orkukreppuni í Evropa. Tíðin er komin at taka hesi átøk framaftur til politiska støðutakan og møguliga at fremja tey í verki, hóast stórar kreppur javnan taka seg upp, sum ávirka orkuprísir á altjóða marknaðinum.
Meira kunning fæst her á heimasíðuni og hjá Jarðfeingi www.jf.fo