Landsstýriskvinnan á orku- og umhvørvisøkinum hevur politisku ábyrgdina av orkupolitikki, náttúru- og umhvørvisvernd og teimum skipanum, ið tryggja burðardygga nýtslu av náttúrutilfeingi í landinum. Økið fevnir um:
- framleiðslu og veiting av orku
- skipanir og reglur, ið hava til endamáls at verja umhvørvið, náttúruna og lívfrøðiliga fjølbroytnið
Orku- og umhvørvisøkið fevnir millum annað um elframleiðslu og orkuútbygging, veðurlags- og orkupolitikk, býarskipan og bygging, náttúru- og umhvørvisvernd, havumhvørvi, og fyrisiting av landi og ognum, herundir matrikulering, tinglýsing og útskifting.
Eisini fevnir økið um arbeiðið við at menna grønar loysnir og fremja orkuskiftið, herundir stuðulsskipanir til burðardyggar hitaskipanir og umlegging til umhvørvisvinarligar flutningsloysnir.
Landsstýriskvinnan leggur fram politisk átøk og lógaruppskot, setur yvirskipaði karmar og hevur eftirlit við, at orku- og umhvørvisøkið verður umsitið í samsvari við galdandi lóg og altjóða skyldur. Dentur verður lagdur á eina burðardygga menning, tryggleika í orkuveitingini og javnvág millum búskaparligan vøkstur og verju av náttúru og umhvørvi. Samstundis verður arbeitt fyri, at orkuskipanin er framtíðartrygg, grøn og effektiv, og at Føroyar luttaka virkið í altjóða samstarvi á orku- og umhvørvisøkinum.