Sjúkrahústænastur
Persónar, ið búgva í Føroyum, hava rætt til ókeypis viðgerð frá sjúkrahúsverkinum. Rætturin fevnir eisini um viðgerð uttanlands, tá ávísing er gjørd í samsvari við leiðreglur frá visitasjónsnevndini. Persónar, ið ikki búgva í Føroyum, hava rætt til ókeypis viðgerð í sambandi við vanlukku, brádligan sjúkutilburð v.m., ella um varandi sjúka brádliga versnar.
Sjúkrahúsverkið veitir viðgerð, røkt og kanningar, umframt ókeypis endurvenjing til sjúklingar við læknafakliga grundaðum tørvi. Í hesum sambandi hevur sjúklingurin rætt til eina endurvenjingarætlan.
Sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri persónar, ið hava rætt til ókeypis viðgerð og endurvenjing frá sjúkrahúsverkinum. Í ávísum førum, t.d. tá ið talan er um lívshóttandi sjúku, kann Sjúkrahúsverkið bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri fylgjara.
Sjúkrahúsverkið hevur eisini ábyrgd av at tryggja sjúkraflutningstænastu og bráðhjálp til persónar, ið hava tørv á hesum, orsakað av óhappi, brádliga íkomnari sjúku ella føðing.
Sjúkrahúsverkið veitir eina fjølbroytta og víðfevnda heilsutænastu, sum fevnir um alt frá bráðhjálp og skurðviðgerðum til diagnostikk, endurvenjing og serviðgerðir. Sambært ársfrágreiðingini hjá Sjúkrahúsverkinum fyri 2024 vóru m.a. 11.658 innleggingar, 140.388 ambulantar vitjanir, 3.638 skurðviðgerðir og yvir 1,6 milliónir rannsóknarstovukanningar.