Heilsutænastur í nærumhvørvinum
Tænastan hevur til endamáls at tryggja atgongd til grundleggjandi heilsuhjálp nær við borgaran, og at veita samanhangandi og fyribyrgjandi tænastur.
Heilsutænastur í nærumhvørvinum fevna um bæði læknaligar og aðrar heilsufakligar tænastur. Kjarnuøkið er virksemið hjá kommunulæknum, sum veita ráðgeving, kanning, viðgerð og uppfylging av bæði bráðfeingis og varandi sjúkum. Kommunulæknin hevur ein týðandi leiklut í heilsuverkinum og vísir sjúklingar víðari til heilsutænastur ella sjúkrahús, tá tørvur er á tí.
Umframt læknaviðtalur fevnir tænastan eisini um:
- Fyribyrgjandi heilsutænastur, herundir koppsetingar og heilsukanningar
- Viðgerð og uppfylging av varandi sjúkum
- Heilsuráðgeving og vegleiðing um lívsstíl og heilsu
- Heimavitjanir, serliga til eldri og veikar borgarar
- Samstarv við aðrar tænastur, eitt nú sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunalar tænastur.
Dentur verður lagdur á nærleika, samanhang og kontinuitet í viðgerðini, soleiðis at borgarin fær eina heildartænastu, sum er lagað til einstøku tørvirnar. Heilsutænastur í nærumhvørvinum hava ein leiklut í bæði at fyribyrgja sjúku, fremja heilsu og tryggja, at sjúklingar fáa røttu viðgerðina til rætta tíð.