Heilivágur, apotekstænastur og medisinsk útgerð
Leikluturin hjá Apoteksverkinum er at tryggja borgarum trygga, javna og álítandi atgongd til heilivág. Kjarnuuppgávan er at flyta inn, hava á goymslu, framleiða, pakka, upplýsa um og útflýggja heilivág til borgarar í Føroyum.
Harumframt hevur Apoteksverkið ábyrgd av at skráseta feløg, sum selja medisinska útgerð, og at skráseta hjáárin í sambandi við nýtslu av medisinskari útgerð.
Somuleiðis virkar Apoteksverkið sum eitt bindilið millum lækna, sjúkling, Heilsutrygd og samfelagið annars. Hetta merkir, at borgarar fáa heilivág útflýggjaðan, saman við fakligari ráðgeving um rætta og skynsama nýtslu. Dentur verður lagdur á trygd, dygd og skynsama nýtslu.
Landsapotekarin hevur ábyrgd av eftirliti við heilivági og medisinskari útgerð, soleiðis at heilivágur og medisinsk útgerð lúka galdandi krøv og reglur. Harumframt tekur landsapotekarin avgerðir um tilskot til heilivág og fremur heilivágsgjøgnumgongdir, sum hava til endamáls at tryggja eina skynsama og trygga nýtslu hjá tí einstaka borgaranum.
Sum partur av samlaðu tænastuni arbeiðir Apoteksverkið støðugt við at menna og betra atgongd, kunning og tænastur, so skipanin verður brúkaravinarlig, greið og álítandi.
Tænastur hjá Apoteksverkinum
Umframt kjarnuuppgávurnar veitir Apoteksverkið eina røð av ítøkiligum tænastum til borgarar:
- Heilivágsgjøgnumgongd á ellis- og røktarheimum
- Koppsetingar fyri koronu
- Skamtluting (heilivágur pakkaður í smáar posar til 14 dagar í senn)
- Partgjaldsskipan, sum ger tað møguligt at býta egingjaldið javnt yvir árið
- Móttaka og burturbeina óbrúktan heilivág fyri borgarar
- Heilsukekk (á ávísum apotekum)
- Vaktarskipan á Norðoya Apoteki, Suðuroyar Apoteki og Tjaldurs Apoteki
- Umsita heilivágsgoymslu til fólk og fæ á útoyggj
- Hondkeypssølur kring landið
- Sjálvtøkur við hondkeypsheilivági (fýra higartil)
- Útkoyring av heilivági til serligar kundabólkar
- Talgildar tænastur (t.d. á www.apotek.fo) fyri smidligari avgreiðslu
- Schengen-váttan til ferðandi, ið hava heilivág við.
Gjøgnum hesar tænastur er Apoteksverkið við til at tryggja, at borgarar í øllum landinum – eisini í smærri økjum og á útoyggjum – hava góða og trygga atgongd til neyðugan heilivág og ráðgeving.