Viðgerðir, veitingar og tænastur á heilsuøkinum

Borgarar, sum eru búsitandi í Føroyum, hava ein lógartryggjaðan rætt til grundleggjandi tænastur á heilsuøkinum. Borgarar hava rætt til ókeypis viðgerð hjá kommunulækna og á sjúkrahúsi, og harumframt rætt til ískoyti til eina røð av heilsutænastum og viðgerðum. Eisini kunnu borgarar fáa tilboð um ókeypis viðgerð fyri bundni av rúsdrekka ella rúsevnum.