Viðgerð fyri bundinskap (rúsdrekka og rúsevni)

Øll sum búgva í Føroyum, kunnu fáa tilboð um ókeypis viðgerð fyri bundni av rúsdrekka ella rúsevnum. Landið hevur ábyrgdina av at veita viðgerð og hevur latið uppgávuna til viðgerðarstovnarnar.

Sjálvsognarstovnarnir  Heilbrigdi, Blákrossheimið og Frælsi viðgera fyri bundinskap av rúsdrekka og rúsevnum. Landið fíggjar tilboðini, og viðgerðin er ókeypis fyri borgarar.

Viðgerðin er samansett og tvørfaklig, og fevnir bæði um samdøgursviðgerð (innlegging) og ambulanta viðgerð. Endamálið er at hjálpa fólki burtur úr bundinskapi og stuðla teimum í at skapa eitt varandi rúsfrítt lív.

Samdøgursviðgerð fevnir m.a. um:

  • Avrúsing undir læknaligum eftirliti
  • Einstaklinga- og bólkasamrøður
  • Sálarfrøðiliga og sosiala útgreining
  • Viðgerðarætlan, ið er tillagað tí einstaka
  • Undirvísing, venjing og arbeiði við gerandisstrukturi.

Ambulant viðgerð og eftirviðgerð verður veitt bæði undir og eftir samdøgursviðgerð og kann fevna um:

  • Einstaklingasamrøður og bólkaviðgerð
  • Stuðul til at halda fast við rúsfrían gerandisdag
  • Fyribyrging av afturfalli
  • Luttøku í sjálvhjálparbólkum.

Ein týðandi partur av viðgerðini er eisini familjuviðgerð og viðgerð fyri avvarðandi, tí bundinskapur ávirkar alla familjuna. Avvarðandi kunnu fáa ráðgeving, samrøður og skeið, ið geva teimum amboð at stuðla og samstundis røkja egnan trivnað.

Viðgerðin byggir á ymiskar fakligar tilgongdir, eitt nú kognitiva atferðarterapi, dialektiska atferðarterapi og aðrar evidensgrundaðar hættir. Dentur verður lagdur á at arbeiða heildarliga við tí einstaka – bæði likamliga, sálarliga og sosialt.

Samlað sæð er talan um eitt fjøltáttað tilboð, har einstaklingasamrøður, bólkaviðgerð, familjuviðgerð og eftirviðgerð virka saman, fyri at stuðla einum varandi bata og einum rúsfríum lívi.