Hvíld og eftirbati
Hvíldarheimið Naina veitir tænastur og uppihald til borgarar, ið hava tørv á hvíld, umsorgan og endurmenning eftir sjúku, sorg ella aðrari strongd. Heimið virkar sum eitt hvíldar- og eftirbataheim, har borgarar kunnu vera í avmarkaða tíð – vanliga upp til fýra vikur. Endamálið er at endurvinna orku, førleikar og lívsgóðsku, so tey betur megna gerandisdagin aftur.
Tænasturnar eru skipaðar kring eitt heildarsjónarmið, har dentur verður lagdur á bæði likamligan, sálarligan, sosialan og andaligan trivnað. Borgarar fáa hvíld í tryggum og heimligum kørmum, regluliga dagliga skipan, heilsugóðan mat, rørslu og møguleika fyri sosialari samveru.
Ein týðandi partur av tænastuni er eisini heilsufremjandi og fyribyrgjandi arbeiði, har dentur verður lagdur á at styrkja bæði likam og sál. Uppihaldið fevnir um bæði hvíld og virksemi, til dømis gongutúrar í náttúruni, lættari venjing og felagsskap, sum stuðlar undir trivnaði og endurmenning.