Heilsuframi og fyribyrging

Endamálið við heilsuframa og fyribyrging er at styrkja heilsustøðuna hjá borgarum og fyribyrgja sjúku, áðrenn hon kemur. Arbeitt verður bæði við almennum átøkum og ítøkiligum tænastum, sum venda sær til einstaka borgaran. 

Fjórða hvørt ár skipar Heilsustýrið fyri landsfevnandi heilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?”. Seinasta kanningin varð framd í 2023 og vísir, at heilsustøðan hjá føroyingum er versnað á fleiri økjum. Kanningin vísir m.a., at vaksandi tal av fólki viga ov nógv, rúsdrekkanýtslan økist og avbjóðingar eru við trivnaði hjá ungum.

Samstundis er parturin av føroyingum, sum roykja, óbroyttur og framvegis hægri enn í okkara grannalondum, har talið av roykjarum er minkandi. Kanningin vísir harumframt eitt greitt samband millum sosioøkonomisk viðurskifti og samlaðu heilsustøðuna hjá luttakarunum.

Heilsustýrið veitir borgarum og almenninginum kunning um heilsu, lívsstíl og fyribyrging av sjúkum. Gjøgnum upplýsing og átøk verður arbeitt við at stuðla borgarum í at taka heilsuligar avgerðir í gerandisdegnum, innan millum annað kost, sálarheilsu og trivnað.

Arbeiði við fólkaheilsu, heilsufremjan og fyribyrging hevur týdning fyri heilsustøðuna hjá borgarum og fyri nýtsluna av heilsutænastum. Fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøk kunnu minka um sjúku, styrkja sálarliga og likamliga heilsu og ávirka lívsgóðskuna í ymiskum aldursbólkum. Tá dentur verður lagdur á fyribyrging, kunnu sjúkur í summum førum forðast ella staðfestast fyrr. Hetta hevur týdning fyri bæði borgarar og heilsuverkið.

Fólkaheilsuarbeiði kann sostatt síggjast sum ein liður í at stuðla undir eitt burðardygt heilsuverk og eina betri heilsustøðu í samfelagnum.

Kommunulæknarnir, sum eru partur av Heilsutænastum í nærumhvørvinum, hava ein týdningarmiklan leiklut í fyribyrgjandi arbeiðinum. Teir standa fyri koppsetingum (vaccinatiónum) sambært  almennu koppsetingarskránni og gera eisini fyribyrgjandi heilsukanningar, serliga hjá børnum og ungum og barnakonum. Hesar tænastur eru við til at tryggja, at sjúkur verða fyribyrgdar ella staðfestar tíðliga. 

Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd av at skipa fyri skiming (screening) fyri ávísar sjúkur, har endamálið er at staðfesta sjúku tíðliga, áðrenn sjúkueyðkenni gera vart við seg. Dømi um slíka skiming eru PKU-kanningin av pinkubørnum og skipað skiming fyri bróstkrabba.