Eldrarøkt
Heilsu- og orkumálaráðið varðar av málsøkinum, ið fevnir um eldrarøkt o.a. Ráðið ger lógaruppskot, eins og ráðið veitir landsstýrisfólkinum ráðharratænastu á málsøkinum. Tað eru kommunurnar, ið umsita málsøkið, og avgerðir hjá landsstýrisfólkinum í hesum høpi verða tískil tiknar í samráði við kommunurnar.
Málsøkið er í høvuðsheitum skipað sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. við tilhoyrandi kunngerðum. Ásett er, at kommunurnar hava eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum.
Lógin er ein rammulóg, sum ásetir teir karmar, ið kommunurnar virka undir, hvørjar tænastuásetingar kommunurnar yvirskipað skulu lúka fyri at røkka endamálinum við lógini, og hvørjar heimildir og skyldur kommunurnar hava í mun til fígging, rakstur o.a.
Í stóran mun endurspeglar rammulógin tað virksemi, sum var galdandi, áðrenn málsøkið bleiv lagt til kommunurnar at umsita. Tó eru ásetingarnar meiri yvirskipaðar, og leggur hetta upp til, at kommunurnar hava frælsi til at skipa virksemi øðrvísi, enn tá tað var undir landinum.
Málsøkið verður umsitið í kommunalum samstarvsøkjum, ið eru skipað sambært løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Hetta er fyri at umsitingarligu eindirnar kunnu veita borgarunum ta neyðugu tænastuna á einum fíggjarliga skynsomum grundarlagi.
Tá kommunurnar fingu málsøkið at umsita, vórðu nøkur markamót millum land og kommunu, ið ikki vórðu loyst við lóggávuni. Til tess at fáa eina endaliga loysn á hesum, varð Markamótsnevndin sett til at staðfesta myndugleikaábyrgd og loysa ósemjur millum land og kommunu. Nevndin hevur tikið fleiri avgerðir, og eru allar tiknar til eftirtektar av avvarðandi myndugleikum. Nevndin er mannað við 3 fólkum. Tað er landsstýrisfólkið, sum setir nevndina, men kommunurnar, Heilsu- og orkumálaráðið og Kommunulæknafelagið velja hvør sítt umboð. Heilsu- og orkumálaráðið varðar av skrivarauppgávuni í nevndini, men annars er nevndin óheft av ráðnum.