Landsstýriskvinnan í heilsu- og umhvørvismálum hevur politisku ábyrgdina av hesum málsøkinum:
- heilsumál
- orku- og umhvørvismál
Lógir á økinum eru at finna á www.logir.fo
Allar lógir, sum Løgtingið hevur samtykt, eru eisini at finna á heimasíðuni hjá Løgtinginum. Tú klikkir teg inn á yvirskriftina Tingmál, og inn á Løgtingstíðindi, sum tú sært niðarlaga til vinstru. Lógirnar eru at finna undir tí árinum, tær eru lagdar fram í Løgtinginum.
Landsstýrisfólkið í heilsu- og orkumálum umsitur apoteksverkið, byggimál, eldramál, elveitingarmál, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, náttúrumál, navnamál, heruppií eisini, hvussu kirkjubókaførandi sóknarprestar skulu skráseta í kirkjubókini sambært navnalógini, orkumál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, sjúkrahúsverkið, skógarmál, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, tilbúgving á heilsuøkinum, tinglýsing, tubbaksmál, umhvørvismál, útskifting og veðurlagsmál.